Bookmark and Share     Sitemap    
 
 

 
 

 
 

 
 

 
 

 
 

 
 

 
 

OBS:

Nethandilin er stongdur í løtuni vegna barsilsfarloyvi 
 
Vælkomin!
 
Á hesi heimasíðu ber til at keypa vørur av vørumerkjunum GREEN PEOPLE og TC ENERGY DESIGN sera ómakaleyst í nethandlinum - í friði og náðum heima við hús.
  
Tilber at gjalda við bankaflyting.
 
Green People eru kosin sum tey bestu vistfrøðiligu produktini í Onglandi innan sjálvsrøkt og hava vunnið nógvar ymiskar virðislønir. Produktir framleidd við virðing fyri menniskjum, djórum og ikki minst umhvørvinum.

GREEN PEOPLE brúka ikki:

Lanolin, parabenir, petrokemikaliir, natrium lauryl sulfatir (SLS), natrium lauryl ethersulfatir (SLES), GMO’er, PABA, PEG’s, DEA, TEA, phathalatir, propylenglykol og kunstiga parfumu.

Vørurnar hjá GREEN PEOPLE eru ikki royndar á djór og eru uttan animalskt tilfar. 

  • Allar bíleggingar yvir 250 kr. verða sendar runt alt landið ÓKEYPIS
  • Bíleggingar undir 250 kr. kosta 25 kr. at fáa sendar heim
 
Trygd
Fyri at kunna keypa á nethandlinum www.livna.fo er neyðugt at geva okkum persónligar upplýsingar, so sum navn, bústað, teldupost adressu, telefonnummar.
 
LIVNA verjir persónligu upplýsingarnar, sum vit fáa frá tær. Upplýsingarnar verða brúktar til at avgreiða títt keyp - og einki annað!
 
Upplýsingarnar verða ikki brúktar í sambandi við marknaðarføring!
 
LIVNA gevur ella selir ikki upplýsingarnar víðari til ein triðja part!
 
Cookies:
Tað er ein tøknilig fyritreyt, um keypast skal um telduna, at ávísar upplýsingar verða goymdar á tíni teldu. Hetta verður nevnt ”cookie”. Tað vil siga, at síðan kennir teg aftur, tá ið tú vitjar síðuna aftur.
   
 
Her finnur tú okkum á facebook
 
 
Vørur og ráðgeving
 
Hesar vørur og ráðgeving bjóða vit á LIVNA:
 
Neo Feng Shui ráðgeving (Innrætting) - les meira...
 
 
Upplivað eina kenslu av SPA-vælveru heima við hús! 

Hví ikki forkjela teg sjálva/n við lekrum, vistfrøðiligum vørum, sum allar eru við til at geva tær eina kenslu av SPA-vælveru - heima við hús?

 Forkelað teg t.d. við hesum vørum: 

1. Gentle Cleanse (Morgun/kvøld)

2. Fruit Scrub (1-2 ferð um vikuna)

3. Vita Min Mask (1-2 ferð um vikuna)

4. Gentle Tone (Morgun/kvøld)

5. Day Solution/Vita Min fix/Fruitful Nights + Facial Oil (Morgun/kvøld)

 
Visti tú, at ein miðal kvinna kann upptaka upp til 2 kg av kemikalium um árið frá teimum túsund av kemikalium, ið verða brúkt í nøkrum vakurleikaproduktum? Upp til 60% av einum og hvørjum evni, ið verður koyrt á húðina kann verða upptikið í blóðbananum.

Tú vilt sleppa undan kemikalium í tínum mati... Hví ikki eisini gera tað við tínum vakurleikaproduktum?

Alt, ið tú etur fer ígjøgnum tína livur. Tín livur inniheldur avgiftandi ensymir, ið niðurbróta tey giftigu elementini. Tað, tú smyrt á tína húð fer harafturímóti beint inn í blóðbanan.

Vel tí við umhugsni, hvat tú koyrir á tína húð og húðina hjá tínum børnum. :-)

Visti tú, at tá tú skiftir til handgjørdu, vistfrøðiligu húðrøktarproduktini hjá GREEN PEOPLE, kanst tú uppliva eina "húð-útreinsan", eftirsum húðin hjá tær er í holt við at útreinsa seg sjálva frá kemikalium?! Tað kann taka upp til eina viku ella tvær, áðrenn tú sært eina sjónliga broyting í tíni húð, men tað er avgjørt bíðitíðina vert. :-)
Vælveru-fløgur frá
TC ENERGY DESIGN
  
 
Róligu tónarnir á fløgunum frá TC ENERGY DESIGN egna seg sera væl til SPA-løtuna. Tónarnir ávirka nervasystemið á ein róligandi og avslappandi hátt. Fløgurnar egna seg eisini sera væl til meditatión, yoga og annað tílíkt.

 Her kanst tú hoyra eitt brot úr fløgunum.

 

 

Fríðkað um við wallstickers

Umhvørvið í okkara heimi er sera týdningarmikið fyri okkara trivna. Tað er sera týdningarmikið, at vit eru umgird av lutum sum heild, sum gera okkum glað og stuðla okkum á allan hátt.
 

Tá er tað sera deiligt, at tú lættliga kanst fríska heimið upp við onkrum av okkara vøkru wallstickers, sum vit selja í nethandlinum. Klistirmerkir til veggir, skápshurðar, skuffur - you name it. Einans hugflogið setur mørk. :-)

Sí úrvalið av wallstickers her.

 
 
FA. LIVNA | V-tal: 589012 | Tórgarðsgøta 11, 100 Tórshavn - Føroyar | Tlf.: +298229080 | livna@livna.fo
Tilmeldað teg tíðindabræv okkara og fá 5 INSPIRERANDI RÁÐ, sum kunnu hjálpa tær í gongd við at liva títt besta lív
Navn T-post