Bookmark and Share     Sitemap    

Bagua-korti­

Baguakortið hevur uppruna úr I Ching, ”Forandringernes bog”, sum er ein gomul kinesisk vísdómsbók. Í Neo Feng Shui verður kjarnin í bókini brúkt í okkara nýtslu av bagua-kortinum.

Baguakortið lýsur teir nýggju grundleggjandi byggisteinar í okkara lívi. Hvørt av hesum nýggju umráðunum rúmar ymisk ting og virðir. T.d. heilsu, arbeiði, kærleika, ríkidømi og vinarbond. Í Neo Feng Shui brúka vit baguakortið til at avlesa eitt rúm, eitt hús, eina fyritøku, eitt grundstykki ella aðrar størri bygningar. 

Tað er eitt so nágreiniligt og klárt amboð, at ein Neo Feng Shui Ráðgevi við bagua-kortinum í hondini kann fortelja, hvussu fólkini í einum heimi ella á einum arbeiðsplássi hava tað, uttan at kenna tey ella at hava tosað við tey áðrenn. Bert við at ganga runt í heiminum, kann ein Neo Feng Shui Ráðgevi siga, hvørjar avbjóðingar familjan í húsinum ella ein fyritøka hevur í teirra dagligdegi.

bagua-kort føroyskt

FA. LIVNA | V-tal: 589012 | Tˇrgar­sg°ta 11, 100 Tˇrshavn - F°royar | Tlf.: +298229080 | livna@livna.fo
Tilmelda­ teg tÝ­indabrŠv okkara og fß 5 INSPIRERANDI R┴đ, sum kunnu hjßlpa tŠr Ý gongd vi­ at liva tÝtt besta lÝv
Navn T-post