Bookmark and Share     Sitemap    

Energi-banar

Energi er bert gott fyri okkum, um vit hava tørv á tí. Nógv halda, at tað, at hava høga energi, er eitt pluss. Tað nýtist tað ikki altíð at vera. Tað snýr seg um at hava ta røttu mongdina til tøkar ta røttu tíðna - alt ann uppá, hvat ein fæst við.

Er ov nógv energi til staðar í einum rúmið, kann tað tykjast stressandi á okkum. Er ov lítið av energi til staðar, kann tað tykjast "sløvandi". Tá vit skulu hava okkurt frá hondum sum skjótast, er tað gott við nógv energi. Um vit skulu hvíla, er tað best við lágum energi. Energimongdin skal tilpassast okkara tørv.

Í Neo Feng Shui verður arbeitt við tí, sum verður kallað fyri Chi (tji), sum er eitt gamalt kinesiskt orð fyri energi.

Tá energi kemur inn í eitt rúm, er energiin sera kraftig. Tað eru fá, sum trívast gott í hesum bananum yvir longri tíð. Hesin energibanin, sum kallast Sha, kann tykjast stressandi (Sí mynd 1).

Stilla ikki songina soleiðis, at hon stendur í hesum energi-bananum. Smærri børn, sum ikki sova ígjøgnum ella koma inn til mammu og babba um náttina, sova ofta í hesum bananum (Sí mynd 2).

Mynd 1                                                                     Mynd 2            

Tá tann kraftiga energiin rakar veggin ella okkurt ting/møbil á vegnum, gerst energiin bleyt og sirkulerandi, sum vit menniskju hava tað nógv betri við (Sí mynd 3).

Sengur kunnu ofta við einum fyrimuni verða fluttar úr hesum kraftiga Sha-bana, og ístaðin standa eitt annað stað í rúminum. Um tú hevur trupulleikar við at sova ella kennir onnur, kann tað hjálpa at flyta songina úr hesum kraftiga sha-bananum (sí mynd 4). Møguliga er hetta nóg mikið. Tað kann tó sjálvandi eisini vera av øðrum orsøkum.

sha og chiSha og chi og song

 Mynd 3                                                                   Mynd 4     

FA. LIVNA | V-tal: 589012 | Tˇrgar­sg°ta 11, 100 Tˇrshavn - F°royar | Tlf.: +298229080 | livna@livna.fo
Tilmelda­ teg tÝ­indabrŠv okkara og fß 5 INSPIRERANDI R┴đ, sum kunnu hjßlpa tŠr Ý gongd vi­ at liva tÝtt besta lÝv
Navn T-post