Bookmark and Share     Sitemap    

Hvussu ver­ur korti­ lagt?

Byrja við at tekna eina flatmynd av tínum húsið. Tú hevur møguliga nakrar tekningar frammanundan.

Tá tú hevur gjørt hetta, stillar tú teg framman fyri tínar høvuðsdyr. Ikki tær bakdyrnar, sum tú sjálv/ur brúkar, men upprunaligu høvuðsdyrnar til húsið. Í nógvum húsum er tað ofta tann hurðin, sum sjáldan verður brúkt og altíð er læst. Hald Bagua-kortið framman fyri tær soleiðis, at tú hevur tað bláa, svarta og gráa umráði tættast við tín kropp. Kortið má ikki vendast við.

bagua-kort føroyskt

Tað finnast bert fá hús, sum eru heilt kvadratisk líka sum kortið. Tey flestu eru avlang ella asymmetrisk og sjáldan heilt fýrakantaði. Tú skalt tí ímynda tær, at tú strekkir kortið soleiðis, at tað fær sama skap sum húsið. Umráðini kunnu tí blíva sera avlang ella "høg" at síggja til, tá tú ert liðug/ur. Øll nýggju umráðini eru ALTÍÐ líka stór og hava akkurát sama skap. Tey flestu finna út av, at tey mangla eitt ella fleiri av umráðunum í teirra húsið. Tað er ikki nakað skeivt í tí, tað er tó ofta í hesum umráðum, at familjan hevur ta størstu avbjóðingina.

Kortið skal altíð dekka allan tann partin av húsinum, sum hoyrir við til "bú-umráði". T.v.s., at tú skalt ikki taka bilhús, hjall, amboðs-skúr m.m. við. Men tað má ikki vera soleiðis, at eitt rúm ella útbygningur av húsinum stingur út um kortið. Hygg eftir dømunum her og royn síðani at leggja kortið. Í fyrsta døminum er húsið kvadratiskt. Í tí næsta døminum manglar eitt horn av húsinum, fyri at útfylla alt bagua-kortið.

GRUNDPLAN1         GRUNDPLAN2

Dømi 1                                  Dømi 2

FA. LIVNA | V-tal: 589012 | Tˇrgar­sg°ta 11, 100 Tˇrshavn - F°royar | Tlf.: +298229080 | livna@livna.fo
Tilmelda­ teg tÝ­indabrŠv okkara og fß 5 INSPIRERANDI R┴đ, sum kunnu hjßlpa tŠr Ý gongd vi­ at liva tÝtt besta lÝv
Navn T-post