Bookmark and Share     Sitemap    

HANDILSTREYTIR

Avgreiðsla:

Goymsluvøra verður send við POSTA sama dag sum bíleggingin er móttikin og goldin um møguligt. Um ikki, so dagin eftir. Sum kundi kanst tú eisini velja at avheinta vøruna á Tórgarðsgøtu 5, miðhæddin, Tórshavn - eftir avtalu. Vørur við persónligum teksti á, vera latnar so skjótt, sum tær eru klárar. Navnavørur hava ymiska veitingartíð. Um tú keypir fleiri vørur sum hava ymiska veitingartíð, so verður øll vøran send saman við tí vøruni, sum hevur longst veitingartíð. Við bankaflyting: Um einki gjald er móttikið innan 5 dagar frá bíleggingardegnum, verður bíleggingin strikað.

Arbeiðstíðin hjá POSTA má leggjast afturat veitingartíðini.

LIVNA sendir ikki uttanlands.

Gjalding

Gjaldast kann við hesum kortum á heimasíðuni:

Dankort

Gjaldast kann við bankaflyting 6460 - 170.849.1. LIVNA byrjar at avgreiða títt keyp, tá ið inngjaldið er skrásett.

Prísur

Postgjaldið er 20 kr. Allar bíleggingar yvir DKK 250,- verða sendar ókeypis.

Postgjald

Allar vørur verða sendar ókeypis.
 
 Iðranarrættindi

Sum kundi hevur tú rætt at iðra títt keyp. Tú hevur 30 dagar frá tí vøran er keypt at iðra títt keyp. Freistin verður at rokna frá tí degi, tú hevur móttikið vøruna.

LIVNA skal tá hava vøruna senda aftur við postinum í sama standi og nøgd, sum tá tú keypti hana.

Tú rindar fyri at senda vøruna aftur. Men so skjótt sum LIVNA hevur móttikið vøruna í sama standi og mongd, sum tá ið hon varð keypt, rindar LIVNA peningin aftur á konto.

Peningurin verður fluttur á tað kontonummarið, sum nýtt varð av kundanum at keypa vøruna fyri.

Neyðugt er, at hjáleggja kvittan ella bíleggingarváttan.

Iðranarrættindi viðvíkjandi serframleiddum vørum
 
Hevur tú bílagt vøru, sum skal serframleiðast til tín (t.e. vøra við navni á) góðtekur tú, at framleiðslan byrjar beinanvegin, t.v.s. innan tín 30 daga iðranarrættur er útgingin. Tú kanst ikki iðra keypið eftir bílegging.

Vørubrek

Hevur tú fingið aðra vøru enn ta, sum tú bílegði, meira ella minni av vøruni, ella er vøran ikki sum hon skal, hevur tú 1 árs attalurætt, sambart keypslógini. Stinga trupulleikar seg upp, vend tær so til okkum við at ringja á tlf. nr. 21 41 95 ella 21 05 84.

LIVNA rindar postgjaldið um vøran hevur brek, ella um skeiv vøra er móttikin. Tú fært nýggja vøru, tá ið LIVNA hevur móttikið skeivu vøruna. Í heilt serstøkum førum verður peningurin afturgoldin.

Peningurin verður fluttur á tað kontonummarið, sum nýtt varð av kundanum at keypa vøruna fyri.

Neyðugt er, at hjáleggja kvittan ella bíleggingarváttan.

Endursending við iðran ella endurgjaldskrav

Um tú iðrar títt keyp ella hevur eitt endurgjaldskrav, so skal vøran sendast higar:

Fa. LIVNA

Tórgarðsgøta 5

100 Tórshavn

Viðmerk: ”iðran” ella “endurgjaldskrav

Neyðugt er, at hjáleggja kvittan ella bíleggingarváttan.

Fyrivarni

LIVNA tekur fyrivarni um samlaði prísurin á vøruni hækkar, villur eru í tekstinum, feilur á myndunum ella um vørur eru útseldar.

Trygd

Fyri at kunna keypa á www.livna.fo er neyðugt at geva okkum persónligar upplýsingar, so sum navn, bústað, teldupost adressu, telefonnummar.

LIVNA verjir persónligu upplýsingarnar, sum vit fáa frá tær. Upplýsingarnar verða brúktar til at avgreiða títt keyp - og einki annað!

Upplýsingarnar verða ikki brúktar í sambandi við marknaðarføring!

LIVNA gevur ella selir ikki upplýsingarnar víðari til ein triðja part!

Cookies:

Tað er ein tøknilig fyritreyt, um keypast skal um telduna, at ávísar upplýsingar verða goymdar á tíni teldu. Hetta verður nevnt ”cookie”. Tað vil siga, at síðan kennir teg aftur, tá ið tú vitjar síðuna aftur.

FA. LIVNA | V-tal: 589012 | Tórgarðsgøta 11, 100 Tórshavn - Føroyar | Tlf.: +298229080 | livna@livna.fo
Tilmeldað teg tíðindabræv okkara og fá 5 INSPIRERANDI RÁÐ, sum kunnu hjálpa tær í gongd við at liva títt besta lív
Navn T-post