Bookmark and Share     Sitemap    

Makeover's

Makeover av stovu

Boligstyling: Fríða Jeanne Magnussen

Boligstyling við teimum flestu av Neo Feng Shui sjónarmiðunum í huga.

Vildu hava meira litir/lív í stovuna - føldist ov "deytt" inni har, orkan var ov lítil inni í rúminum.

Niðanfyri síggjast fyrst "ÁÐRENN/AFTANÁ"-myndir - Tíverri eru tær tó blandaðar, so legg merkis til myndatekstin, um tað er "áðrenn" ella "aftaná".
Trýst á myndirnar fyri at síggja tær størri og blaða ímillum. :-)


Fylg mínari facebook síðu "INNRÆTTING" og sí fleiri innrættingar-myndir við at trýsta á her



Makeover av kamari hjá Karis í Liða

Boligstyling: Fríða Jeanne Magnussen
 
Niðanfyri síggjast fyrst "ÁÐRENN/AFTANÁ"-myndir - Tíverri eru tær tó blandaðar, so legg merkis til myndatekstin, um tað er "áðrenn" ella "aftaná".
Trýst á myndirnar fyri at síggja tær størri og blaða ímillum. :-)

Makeover gjørd uppá eitt vikuskifti:

13. mai 2013 - Her kunnu tit síggja myndir av makeover av kamarinum hjá Karis Í Liða (unga kvinnan, sum var í seinastu útgávu av KVINNA-blaðnum, har hon greiddi frá um hennara lív við sjúkuni epilepsi). 

Hjørdis Í Liða (mamman hjá Karis) ringdi til mín, ímeðan Karis var í DK, og spurdi, um eg kundi koma at hjálpa henni við at innrætta kamari hjá Karis, so hon kundi fáa eitt positivt yvirraskilsi, tá hon kom heim aftur.Vit hava so gjørt nakrar broytingar, sum vit kundu við at endurnýta tað mesta, sum hon/tey áttu frammanundan, málað eina veggin og spray-mála ymiskt (t.d. rammur, náttborð og hill), so tað ikki kom at kosta tað stóra. Alt er ikki HEILT liðugt enn (Karis skal sjálv sleppa at koyra myndir í rammurnar osfr.), men um tit hava hug at síggja úrslitið higartil (og áðrenn myndirnar eisini), so eru tær her. :) 

"Áðrenn-myndirnar": Her er eitt sindur óruddiligt á "áðrenn-myndunum" og sofan stóð ikki heilt soleiðis, tí vit vóru eitt sindur ov skjótar at fara í gongd við at flyta runt, áðrenn vit tóku "áðrenn-myndirnar". 

"Eftir-myndirnar": Vit hava valt litir, sum Karis dámar, so hetta bleiv til resultatið (svart, reytt, blátt og silvur). Stóra tøkk til Osvald P. Hansen (sjeikurin hjá Karis), sum var so mega raskur og fittur at hjálpa okkum við t.d. at heingja rammur, hillar o.t. upp. Túsund takk fyri. :) 

Og so kann eg líka nevna, at Karis ringdi til mín stutt eftir, at hon var lend í FO og var komin heim og fekk sítt yvirraskilsi, og hon var ooordiliga yvirraskað og super-glað fyri broytingina. :) So tað var super. :) 

Budget: 

- Gardinur/forhang, kr. 69,- (ikea: http://www.ikea.com/dk/da/catalog/products/20112011/

- Máling til vegg og 4 stk. spray-máling: Uml. kr. 600,- (Colorama á Hálsi) 

- Wallsticker "sálarfrið, mót & vísdóm" (stór útgáva), svart: Kr. 599,- (LIVNA.FO: http://www.livna.fo/wallstickers?catalogue_selected=314557_33612#314557

Tilsamans: Uml. kr. 1.268,-


Fríða Jeanne Magnussen
 


Makeover av hjúnakamari

Boligstyling: Fríða Jeanne Magnussen
 
Niðanfyri síggjast fyrst "AFTANÁ"-myndir og síðani "ÁÐRENN"-myndir. Trýst á myndirnar fyri at síggja tær størri og blaða ímillum. :-)
 
 
 
FA. LIVNA | V-tal: 589012 | Tˇrgar­sg°ta 11, 100 Tˇrshavn - F°royar | Tlf.: +298229080 | livna@livna.fo
Tilmelda­ teg tÝ­indabrŠv okkara og fß 5 INSPIRERANDI R┴đ, sum kunnu hjßlpa tŠr Ý gongd vi­ at liva tÝtt besta lÝv
Navn T-post