Bookmark and Share     Sitemap    

Metall

Metall er ikki bert tær hvítu og gráligu farvurnar. Metall er eisini nógv onnur ting.
 
Hvat er metall?: 
Tað er allar tær heilt ljósu pastellir. Ikki tær, sum vit vanligvís kalla fyri pastellir, men enn ljósari.
Tað er eisini hvítt og gráligar farvir.
Tað er alt, sum er gjørt av metall.
Tað er gull, silvur, kopar, jarn, messing og bronsa.
 
Metall skapar eina kenslu av ordan í einum rúmið. Vit uppliva metall-elementið, sum nakað, sum hjálpir okkum við at hava ordan á øllum og varðveita yvirblikkið.
 
Tá metall-elementið er í javnvág: Tá verða vit ávirkaði av kenslum sum ordan, klárleika, strukturi og yvirblikki.
 
Tá metall-elementið er í undirvekt: Tá kennist rúmið ofta óruddiligt, kaotiskt og óstrukturerað. Tað er ikki skil á teimum mest simplu tingunum, og har kann tykjast lætt at blíva óeinig og koma út fyri misskiljingum. 
 
Tá metall-elementið er í yvirvekt: Tá kann rúmið tykjast ópersónligt, avvísandi og sum eitt stað, har tað meira snýr seg um at varðveita kontroll enn kenslur.
FA. LIVNA | V-tal: 589012 | Tˇrgar­sg°ta 11, 100 Tˇrshavn - F°royar | Tlf.: +298229080 | livna@livna.fo
Tilmelda­ teg tÝ­indabrŠv okkara og fß 5 INSPIRERANDI R┴đ, sum kunnu hjßlpa tŠr Ý gongd vi­ at liva tÝtt besta lÝv
Navn T-post