Bookmark and Share     Sitemap    

Um Neo Feng Shui

Smáar broytingar - stór effekt
 
Umhvørvið ávirkar okkum óansæð, hvar vit eru. Farvir, innrætting og órudd er við til at avgera, hvussu vit trívast, bæði heima og á arbeiðsplássinum. Um vit eru tilvitaði, hvønn týdning ávirkanin av umhvørvinum hevur á okkum, hava vit ein møguleika til at broyta uppá tað, sum ikki fungerar optimalt fyri okkum.
 

Optimal innrætting er eitt reiðskap, sum ger okkum tilvitað um týdningin av farvum, innrætting og óruddi. Tað er ein máti, har tú málrættað kanst broyta uppá tíni umhvørvi, so tey stuðla tær og tínari familjum ella á arbeiðsplássinum, har tey stuðla visiónum og starvsfeløgum.

Nógv undirvurdera týdningin av umhvørvinum, og skilja ikki, hví tey gerast strongd, ikki náa síni mál ella detta í tey somu mynstrini ferð eftir ferð.

Við at arbeiða við umhvørvinum, hevur tú møguleika fyri at skapa eina positiva og varandi menningargongd.

Í yvirlitinum til vinstru undir "Amboðini", kanst tú lesa meira um tey týdningarmiklastu amboðini, sum verða brúkt, tá tað verður innrættað við Neo Feng Shui.

Sjálv teoriin er á ongan hátt nóg mikil, um tú ynskir at innrætta við Neo Feng Shui í tínum egna heimi. Hon gevur tær bert eitt lítið innlit. Fyri at kunna innrætta eitt heim við Neo Feng Shui við succes, er tað best at fáa ein, sum er útbúgvin til Neo Feng Shui Ráðgeva á vitjan (Hetta fer LIVNA at bjóða seinni í ár).

Nógv hava t.d. roynt seg við at mála eina ávísa farvu á ein vegg, uttan at hava fingið ta ynsktu virkanina. Tað er ikki, tí Neo Feng Shui ikki virkar, men tí tað eru ógvuliga nógvir faktorar, sum spæla inn fyri at fáa tað rætta úrslitið. T.d. er nýtslan av reyðum farvum roynd í sera nógvum heimum fyri at seta gongd í útbrendan kærleika. Ofta er tað bara so, at nýtslan av reyðu farvunum og í størri mongdum, í júst hesum heimum, har kærleikin er slóknaður, harafturímóti hevur sett gongd í skeldaríini, t.d. um tey 5 elementini og restin av amboðunum ikki eru í javnvág annars.

Neo Feng Shui er ikki nakað, ein bara ger uttan víðari. Tað liggja sera nógvir tankar og umhugsanir aftanfyri, áðrenn ein ávís farva verður vald v.m. Brúka tí hesar undirsíður bert sum inspirasjón til alt tað, sum Neo Feng Shui kann verða nýtt til.

Neo Feng Shui bleiv útviklað av donsku Sagar Bohnstedt í ár 2000, ið eisini hevur útgivið fleiri bøkur um evnið.

FA. LIVNA | V-tal: 589012 | Tˇrgar­sg°ta 11, 100 Tˇrshavn - F°royar | Tlf.: +298229080 | livna@livna.fo
Tilmelda­ teg tÝ­indabrŠv okkara og fß 5 INSPIRERANDI R┴đ, sum kunnu hjßlpa tŠr Ý gongd vi­ at liva tÝtt besta lÝv
Navn T-post