Bookmark and Share     Sitemap    

UM GREEN PEOPLE

Søga

Alt byrjaði við einari 2 ára gamlari gentu, sum hevði nógvan skriðja. Sandra var ein av mongu milliónum børnum, ið hevði eksem og húðovurviðkvæmi.

“Green People byrjaði sum eitt beinleiðis úrslit av at royna at finna eina góða (effektiva) viðgerð til dóttur mína, Sandru. Við at nýta eina reinsandi tonic ”Hawthorn & Artichoke Formula” frá einum internationalum natúrlækna saman við Omega 3 & 6 essentiellum feittsýrum og "eliminering" av kemiskt baseraðum reingerðings- og húðpleyguproduktum í okkara heimi, hjálpti tað Sandru at sleppa av við sítt ovurviðkvæmi. 

Tá sá eg, at vit eru øll børn av tí kemisku tíðini, og at tey mongu menniskjaskaptu kemisku evnini saman við broyttum kostvanum ávirkar okkum øll.

Við eini bakgrund sum sjúkrarøktarfrøðingur (sjúkrasystur), kunnleika til natúrheilivág og meira enn 11 ára kunnleika innan farmaceutiska ídnaðin, avgjørdi eg at gera okkurt", sigur Charlotte Vøhtz.

Intensiv vøruframleiðing byrjaði í desembur 1995 til apríl 1997. Green People útgav tey fyrstu vistfrøðiligu heilsu- og pleyguproduktini í Onlgandi í aug. 1997.

"Framhaldandi vøruframleiðing og vørumenning er úrslitið av tí núverandi Green People vøruúrvali, sum telur langt yvir 100 vørur. Sum úrslit av hesi intensivu vørumenning framleiða vit vørur miðvíst til serstakan tørv.

Saman kunnu vit hjálpa tær og tínari familju at liva eina vistfrøðiliga tilveru."

Charlotte Vøhtz
Green People
 
Missión  
 
"Okkara missión er at eggja til ein vistfrøðiligan lívsstíl og bjóða vistfrøðiligar vørur við høgari góðsku og at stuðla vælgerð innan heilsu og umhvørvi. Okkara mál er framhaldandi at víðka okkara vøruúrval av nýggjum "certificeraðum" vistfrøðiligum vørum", sigur Charlotte Vøhtz, sum er donsk, men hevur verið búsitandi í Onglandi í fleiri ár.
 
Etikkur  
 
"Green People bjóðar vørur, sum eru natúrligar, "certificeraðar" vistfrøðiligar og effektivar. Vit gera ikki neyðsemju við góðskuni av okkara vørum.
 
Ongar av okkara vørum eru royndar á djór, vit nýta ikki "animalskar ingrediensir" og okkara vørur kunnu trygt nýtast av vegetarum.
 
Vit stuðla vælgerð innan heilsu og umhvørvi, og hvørt ár geva vit10 % av okkara netto inntøku til vælgerandi endamál.
 
”The Green People team” er eitt toymi av trúføstum fólkum, sum arbeiða saman um eina sunnari og minni dálkaða verð".
 
Charlotte Vøhtz,
grundleggjari av Green People
FA. LIVNA | V-tal: 589012 | Tórgarðsgøta 11, 100 Tórshavn - Føroyar | Tlf.: +298229080 | livna@livna.fo
Tilmeldað teg tíðindabræv okkara og fá 5 INSPIRERANDI RÁÐ, sum kunnu hjálpa tær í gongd við at liva títt besta lív
Navn T-post