Bookmark and Share     Sitemap    

Kostna­ur fyri rß­geving

Kostnaður fyri privata Neo Feng Shui konsultatión:
 
 Vanligir prísir:
 
DKK 3.500,-          Hús/íbúð upp til 100 fermetrar
DKK 4.000,-          Hús/íbúð á 101-150 fermetrar
DKK 4.500,-          Hús/íbúð á 151-200 fermetrar
DKK 5.000,-          Hús/íbúð á 201-250 fermetrar
 
T.v.s. at fyri hvørjar 50 fermetrar afturat teimum fyrstu 100 fermetrunum hækkar prísurin DKK 500,- (-20% í tilboðsprísunum).
 
Set teg endiliga í samband við okkum her, um tú hevur onkran fyrispurning ella ynskir eina konsultatión.
 
 

Konsultatiónin

Tá Fríða Jeanne ger eina privata konsultatión, gjøgnumgongur hon alt heimið og kemur við uppskotum til litir, broytingar í innrættingini og evt. brúk av rúmum – altíð útfrá ynskjum og tørvum hjá teimum, sum búgva í heiminum. Hon syrgir fyri at geva kundanum innlit í, hvussu heimið ávirkar tey, hvat er týdningarmikið at broyta, og hvørja ávirkan tað vil hava.

Ein vitjan byrjar vanligt við, at kundin sendir Fríðu Jeanne eina plantekning av húsinum, soleiðis, at hon frammanundan kennir rúmini/innrættingina nøkunlunda. Síðani verður ein tíð avtala, har Fríða Jeanne fær eina samrøðu við kundan í heiminum. Har verður tosað um, hvussu fólkini uppliva heimið/rúmini, og fokus verður sett á tørv og ynskir hjá fólkunum í heiminum. Síðani gjøgnumgongur hon heimið, rúm fyri rúm, saman við kundanum. Tá tey hava gjøgnumgingið rúmini saman, fer hon eina nýggja rundu – hesu ferð einsamøll, so hon fær frið til at skriva notatir og uppskot niður. Tá hon er liðug, verða uppskotini frágreidd til kundan, sum sjálvandi hevur møguleika til at koma við spurningum og evt. tillagingum e.ø. Kundin noterar sjálvur niður, hvørjar broytingar skulu gerast. Hetta fyri at tryggja, at kundin skilur notatini eftirfylgjandi. Kundin er eisini vælkomin til at sjálvur upptaka konsultatiónina við ljóðupptakara, um hetta verður fyritrekt. Tað týdningarmiklasta er, at kundin følir seg tryggan við notatunum/prioriteringslistanum, so hann/hon kann lættliga og við góðum hugi kann koma í gongd við at gera neyðugu broytingarnar.

Um tú ert áhugað/ur í at fáa vitjan av Fríðu Jeanne og fáa eina professionella gjøgnumgongd av tínum heimi, ert tú vælkomin at ringja ella skriva fyri at fáa eitt óbindandi tilboð.

 
 
FA. LIVNA | V-tal: 589012 | Tˇrgar­sg°ta 11, 100 Tˇrshavn - F°royar | Tlf.: +298229080 | livna@livna.fo
Tilmelda­ teg tÝ­indabrŠv okkara og fß 5 INSPIRERANDI R┴đ, sum kunnu hjßlpa tŠr Ý gongd vi­ at liva tÝtt besta lÝv
Navn T-post