Bookmark and Share     Sitemap    

UM LIVNA

 
Sett á stovn: Septembur 2010
 
Eigarar:
 
 
Esmar Petur Petersen
- Skipsførari
- Zoneterapeutur
- Reiki healari (Reiki 1, 2 og 3 eftir beinari linju frá Dr. Mikao Usui)
 
 
Fríða Jeanne Magnussen
Fríða Jeanne Magnussen
- Útbúgvin skrivstovukvinna (innan fyrisiting - eftirløn og trygging)
- Boligstylist
- Neo Feng Shui ráðgevi 
- Reiki healari (Reiki 1, 2 og 3 eftir beinari linju frá Dr. Mikao Usui)
 

LIVNA - Vælvera og menning

Livna er ein fyritøka við ymiskum aktivitetum innan fyri persónligari heilsu, vælveru og menning. Vit hava støðugt fokus á at betrað lívið hjá menniskjum gjøgnum sølu av vørum og tænastum, sum ávirka kropsins egnu natúrligu funktiónir til eina betri heilsu og vælveru, og eisini unik amboð/skapanir innan fyri alternativa terapi. Vit stremba eftir at finna og fáast við vørur og tænastur, sum kunnu fremja til minni brúk av heilivági og árin av tí og geva ymiska hjálp til kropsins egnu lekjandi og fyribyrgjandi eginleikar.

Tú ert altíð vælkomin til at seta teg í samband við okkum, um tú hevur spurningar ella annað um okkara vørur og tænastur.

Missión:

At vera við til at geva menniskjum persónliga vælveru og menning á ein so nátúrligan hátt sum gjørligt.

Tænastur og vørur:

 
 
 
 
Grein, ið var á grams.fo: 

Fríða og Esmar sóu heilsugóða ljósið

Týsdagur 29. mars 2011 - 10:10

Fyri sløkum trimum árum síðani, tá Fríða var við barn, hendi ein stór broyting í lívinum hjá henni og sjeikinum Esmari. Fyri at geva komandi barni teirra, ein drongur, sum í dag er hálvt triðja ár, ein heilsugóðan uppvøkstur, byrjaðu tey at seta seg inn í alskyns viðurskiftir. Viðurskiftir sum høvdu við sær, at tey í dag hava stovnað ein handil á netinum, ið selur lutir og seinni eisini viðgerðir, ið hava við heilsugóðan livihátt at gera.

Handilin hevur fingið navn eftir hendingini, tá tey bæði raknaðu við – hann eitur LIVNA.

”Orsøkin til at vit fóru í holt við fyritøkuna LIVNA, er tann, at tá vit skuldu hava okkara fyrsta barn, gjørdu vit av, at vit vildu broyta okkara lívsstíl soleiðis, at hann gjørdist sunnari og nátúrligari, tó uttan at vera heilt fanatisk”, siga tey bæði.

”Vit vildu minimera nýtsluna av heilivági og kemiskum evnum, sum ofta eru at finna í nútímans vørum. Hetta fyri at geva barni okkara tað bestu tilveruna gjørligt, men eisini fyri at minimera vandan fyri ovurviðkvæmi, eftirsum vit bæði hava ávikavist ovurviðkvæmi, viðkvæma húð og psoriasis. Stutt sagt raknaðu vit við, tá vit skuldu gerast foreldur, siga Esmar Petur Petersen og Fríða Jeanne Magnussen.

Handil teirra, livna.fo, umboðar m.a. merkini GREEN PEOPLE og TC ENERGY DESIGN.

GREEN PEOPLE eru vistfrøðiligar vørur - hár-/húðpleyguproduktir og makeup við meira - meðan TC ENERGY DESIGN m.a. ger serstakar glaskarafflur/vatnkannur og gløs.

Í framtíðini fer LIVNA eisini at bjóða tænastur sum zoneterapi og ráðgeving/hjálp til innrætting eftir NEO FENG SHUI-sjónarmiðunum.


Leif Láadal
 
_______________________________________________________________________________
 
 
FA. LIVNA | V-tal: 589012 | Tórgarðsgøta 11, 100 Tórshavn - Føroyar | Tlf.: +298229080 | livna@livna.fo
Tilmeldað teg tíðindabræv okkara og fá 5 INSPIRERANDI RÁÐ, sum kunnu hjálpa tær í gongd við at liva títt besta lív
Navn T-post