Bookmark and Share     Sitemap    

Ta­ grundleggjandi

Í Neo Feng Shui verður arbeitt við at tilseta ella minka um energi. Tað verður eisini arbeitt nógv við at skapa ta balansuna, sum tað er tørvur á. Energi er at finna allastaðni, har vit eru. Energi kann vera til staðar í størri ella minni mongd. Tað týdningarmikla er, at energiin ávirkar okkum optimalt og í teimum røttu mongdum, tá vit hava tørv á tí.
 
 
Høg energi
 
Ímynda tær, at tú stendur mitt á Rådhuspladsen í Keypmannahavn. Har er fult av fólkum, bilum og høgum/harðum ljóðum. Alt gongur skjótt fyri seg. Um eitt bil er einki, sum tað er beint nú. Alt rundan um teg er í konstantari broyting, og tú klárar næstan ikki at fylgja við. Her og nú ávirkast tú av høgari energi, men yvir longri tíð, kann hetta slag av energi vera sera óróligt og tykjast stressandi.
 
Lág energi
 
Ímynda tær síðani, at tú stendur mitt í eini skóg. Tað einasta tú sært, er trø og aftur trø. Tú hoyrir fuglarnar syngja og natúrans egnu ljóð. Títt umhvørvi er sera róligt, og tú verður tí ávirkað/ur við ró og lágari energi. Yvir longri tíð vil hendan róin tó viðføra uppsteðgan. Tú kanst gerast inaktiv/ur og mótleys/ur, eftirsum tað einans verður tilført ein minni nøgd av energi. 
 
Tað snýr seg um at fáa tilført energi í teimum røttu mongdunum tað røttu tíðina Skal veitsla vera, skal rúmið vera fult av høgari energi. Skal tað vera hvíld/avslappan, skal energiin harafturímóti vera tilsvarandi lág og rólig.
FA. LIVNA | V-tal: 589012 | Tˇrgar­sg°ta 11, 100 Tˇrshavn - F°royar | Tlf.: +298229080 | livna@livna.fo
Tilmelda­ teg tÝ­indabrŠv okkara og fß 5 INSPIRERANDI R┴đ, sum kunnu hjßlpa tŠr Ý gongd vi­ at liva tÝtt besta lÝv
Navn T-post