Bookmark and Share     Sitemap    

Um TC Energy Design

Søga

TC energy design bleiv grundlagt af musikaranum Thomas Chochola.

Igjøgnum 7 ár er fyritøkan TC Energy Design vaksin til internationala stødd.

Í sínum designum tekur Thomas Chochola útgangspunkt í natúranar formum.

Longu teir stóru gomlu meistarar brúktu hesa vitan um nátúranar form til teirra legendarisku katedralar og pyramidir og skaptu harvið kraftfull støð og formar.

Thomas Chochola komponerar síni design á klaverinum og umroknar hareftir tónarnar til dimensiónir.

Musikalski formurin hjá TC Energy Design hevur tað gilta sniðið í sær.

gylta sniðið 

Vitalisering

TC glaskarafflur og drekkigløs -  Møguliga tann mest natúrliga vitalisering av vatni v.m. sum finst.

Eitt formfullkomi design, egna til dagligt brúk.

Eftir uml. 3 minuttir í TC karafflunum verður vanligt drekkivatn og vín kraftiga vitaliserað og betrað í smakki. TC karafflan førir til krystallbroytingar og vatnið/vínið verður tí lívfrøðiligt uppstigað (uppgraderað). Les rapportin um royndirnar, sum eru gjørdar, her.

 

 TC karafflan er eisini væl egnað til saft, juice og te.

Virkanin hjá TC karaffluni verður uppnádd gjøgnum tað energiska designi. Rundu formarnir á karaffluni bera tað “gilta sniðið”, og gera, at vatnið byrjar at “vibrera” spakuliga (uttan at ein sær tað). Hetta førir til krystallbroytingarnar. Vibreringarnar/bylgjurnar eru ikki einans inni í karaffluni – eisini uttaná, tvs., at karafflan gevur harmoniskar bylgjur til rúmið. Symbolið "Lívsins blóma" i glasbotninum hevur eina stuðlandi effekt.

"Lívsins blóma" er eitt av verðsins elstu natúrsymbolum og symboliserar harmoni og lívsmegi.

Vitaliserað vatn er eisini væl egnað til matgerð, blómur/plantur, akvarium og húsdjór. 

Framleiðing

Framleiðingin fer fram eftir gamlari handverktraditión, og hvørt eintak er unikt.

Smá frávik í dimensioneringini, bløðrur o.t. eru tekin um handarbeiðing. Sum grundmateriali verður brúkt reint glas uttan tilseting av tungmetalli.

Symbolið "Lívsins blóma" er við uml. 600 gradum brent ella sandblást inn í glasbotnin í 23,8 karat gull, hvítum ella ælaboga farvum, ann uppá hvat slag.

lívsins blóma 

 Tey væl umtóktu Mythos gløsini fáast eisini við enskum affirmatiónum.

Gult: I am completely free

Appelsingult/orange: I am completely healthy

Blátt: I am completely in harmony

Grønt: I am completely relaxed

Rosalilla: I am completely in love

Indigo: I am completely protected

Fyri at varveita affirmatiónirnar longst møguligt, verður tilmælt at tey verða vaskaði upp í hond.

 

Øll produktini hava TC Energy Design orginallogo á. 

 

Handverkið

Thomas Chochola býr í Waldviertel í Eysturríki - Eitt umráði, har traditionell glasblásara-handverkarakunstur verður brúktur tann dag í dag. Vørurnar hjá TC verða traditionelt framleiddar sum kunsthandverk eftir besta energetisku vitan. Hvør vøra er unik.

glas        glas     

TC-karafflan nevnd á kramm.fo
 
TC Energy Design karafflan verður eisini nevnd í einum bloggi hjá Sigrid Sighvatsson á kramm.fo, har Sigrid millum annað greiðir frá royndum hjá ymiskum fólkum og kelidjórum, ið hava roynt karaffluna. Sí bloggin hjá Sigrid Sighvatsson her.
 
Niðanfyri sært tú ein stuttan film um hjá TC Energy Design á 2½ min.
Masaru Emoto gjørt kanningar av vatni
 
Japanarin Masaru Emoto (sum Sigrid Sighvatsson eisini nevnir í blogginum á kramm.fo) hevur gjørt kanningar av, hvussu vatnið verður ávirkað av umhvørvinum - tonkum, orðum o.s.fr. Niðanfyri ber til at síggja ein stuttan film um hansara úrslit av kanningunum. Sera áhugavert at síggja, hvussu vatnkrystallini broytast av tí, vit siga o.s.fr.
FA. LIVNA | V-tal: 589012 | Tórgarðsgøta 11, 100 Tórshavn - Føroyar | Tlf.: +298229080 | livna@livna.fo
Tilmeldað teg tíðindabræv okkara og fá 5 INSPIRERANDI RÁÐ, sum kunnu hjálpa tær í gongd við at liva títt besta lív
Navn T-post