Bookmark and Share     Sitemap    

Tey 5 elementini

Tey 5 elementini er eitt sera týdningarmikið amboð í Neo Feng Shui. Tað er undir hesum punktum tú kanst lesa eitt sindur um, hvussu farvirnar ávirka okkum, og um munin millum teir myrku og ljósu tónarnar.
 
Tú hevur óivað hoyrt um tey 5 elementini í samband við t.d. zoneterapi og akupunktur. Tey verða brúkt til at skapa balansu í okkara kroppi. Á sama hátt brúka vit tey til at skapa balansu í heiminum ella á arbeiðsplássinum.

Ofta verða vit spurd, hví tey skulu eita, sum tey gera. Hví verða tey ikki bara kallaði tey "tær reyðu, gulu, hvítu, bláu og grønu farvirnar"? Tað, at kalla tey elementir, er ein international frágreiðing um nakað, sum rúmar nógv meira enn bert farvir. Tá orðið "eldur" (á enskum: "fire") verður nevnt í eini bók um evni, vita øll, sum fáast við hesa bransju, hvat verður meint við.

Farvir verður uppfataðar ymiskt av menniskjum. Hetta, tí vit eru ymisk, og tí vit tilluta farvir ein eginleika við okkara egnu eygum. Vit hyggja at farvuni og avgera síðani, um vit dáma hana ella ikki. Tað er ofta "smag". Í elementunum er nógv meira goymt aftanfyri enn bert ein farva.

Hugsa um, hvussu eitt rúm kann broytast til at vera fult av energi, stemningi og hugna, um stearinljós eru tendraði og nógv fólk eru til staðar. Bæði menniskju og livandi ljós tilføra eld-elementið.

FA. LIVNA | V-tal: 589012 | Tˇrgar­sg°ta 11, 100 Tˇrshavn - F°royar | Tlf.: +298229080 | livna@livna.fo
Tilmelda­ teg tÝ­indabrŠv okkara og fß 5 INSPIRERANDI R┴đ, sum kunnu hjßlpa tŠr Ý gongd vi­ at liva tÝtt besta lÝv
Navn T-post