Bookmark and Share     Sitemap    

TrŠ

Træ

Træ er ikki bert tær ljósagrønu og myrkagrønu farvirnar. Træ er eisini nógv onnur ting.

Hvat er træ?:

Tað er allar tær grønu farvirnar - líka frá teimum heilt ljósagrønu til tær heilt myrkagrønu. Hugsa um allar tær grønu farvirnar, sum tú sært í natúruni. Blóman, sum brýtur upp ígjøgnum kavan og er heilt ljósagrøn - næstan gul - til tað myrkasta granntræið.
Tað er træmøblar, træloft, trægólv (bæði ekta og óekta).
Tað er blómur og plantur.

Træ skapar gleði og fleksibilitet. Tað fær lívið og menniskju til at vaksa.

Tá træ-elementið er í javnvág: Tá verða vit ávirkaði til at fáa mót og hug til at fara nýggjar leiðir. Vit síggja møguleikarnar ístaðin fyri at síggja forðingarnar. Træ-elementið gevur eina natúrliga innara gleði.

Tá træ-elementið er í undirvekt: Tá uppliva vit, at gleðin í okkum sjálvum og gleðin í tí, vit fáast við, kann mangla. Vit missa lætt móti og hugin til at fara nýggjar leiðir

Tá træ-elementið er í yvirvekt: Tá ávirkar tað okkum við manglandi fleksibiliteti og "súrleika"/gron. Vit kenna væl persónin, sum altíð er uppa tvørs. Óansæð, hvørjum uppskoti vit koma við, kemur bert eitt nei. Tað er ofta ein persónur, sum býr í einum umhvørvi, har træ-elementið er í yvirvekt.

FA. LIVNA | V-tal: 589012 | Tˇrgar­sg°ta 11, 100 Tˇrshavn - F°royar | Tlf.: +298229080 | livna@livna.fo
Tilmelda­ teg tÝ­indabrŠv okkara og fß 5 INSPIRERANDI R┴đ, sum kunnu hjßlpa tŠr Ý gongd vi­ at liva tÝtt besta lÝv
Navn T-post