Bookmark and Share     Sitemap    

Yin & Yang

Yin & Yang hoyrir saman og kann ikki skiljast at. Tey ímynda mótpólarnar hjá hvørjum øðrum, sum tilsamans skapa harmoni og javnvág í einum rúmið.

Tú kennir sjálv/ur til Yin & Yang í tínum dagligdegi. Tú ert umgird/ur av teimum alla tíðina, tú hugsar bara ikki um tað. Royn og legg til merkis allar teir mótsetningar sum eru í lívinum: Sól/máni, dagur/nátt, aktivitetur/hvíld, høgt/lágt, heitt/kalt, søtt/súrt, faðir/móður, hvítt/svart, hart/bleytt. Listin er óendaligur. Tann eini finst ikki uttan hin. Vit brúka tað til at meta um tað "grovu" javnvágina í einum bygningi ella rúmið, bæði innan og uttan.

Yin & Yang er tí sera týdningarmikið, tá javnvág skal skapast. Um eitt rúm er stórt og ljóst, kann okkara fyrsta uppgáva vera at fáa tað í javnvág við at "visuelt" gera tað minni og myrkari. Tað kemur ann uppá, hvat rúmið skal nýtast til. Er ein stór yvirvekt av antin Yin ella Yang, kunnu vit tilføra eginleikar hjá mótpartinum við stórari ávirkan. Menniskja trívist ofta best, tá tað er ein natúrlig javnvág ímillum Yin & Yang.

FA. LIVNA | V-tal: 589012 | Tˇrgar­sg°ta 11, 100 Tˇrshavn - F°royar | Tlf.: +298229080 | livna@livna.fo
Tilmelda­ teg tÝ­indabrŠv okkara og fß 5 INSPIRERANDI R┴đ, sum kunnu hjßlpa tŠr Ý gongd vi­ at liva tÝtt besta lÝv
Navn T-post